Postverkið verður fimmti í morgin

Postverkið verður fimmti í morgin
Av tí at umfatandi umbygging er á posthúsinum á Óðinshædd í Havn, er hátíðarhaldið flutt til seinni í ár, tá umbyggingin er liðug
Í august 2009 fekk Postverk Føroya nýggjan samleika og búmerki, og navnið broyttist tá til Posta.
Mynd: Bárður Lydersen  
 
31.03.2026 - 14:59

Postverk Føroya verður fimmti í morgin.

Tað var yvirtikið 1. apríl í 1976.

Nýtt frímerki kemur í morgin, sum Edward Fuglø hevur sniðgivið.

Ein mappa við frímerki og fyrstadagsbjálva verður eisini givin út í morgin.

Posthúsini bjóða viðskiftafólki og vitjandi lagkøku og kaffi í morgin.

 

Hátíðarhaldið útsett

Men av tí at umfatandi umbygging er á posthúsinum á Óðinshædd í Havn, er hátíðarhaldið flutt til seinni í ár, tá umbyggingin er liðug. 

Tá, í 1976, vóru 41 posthús.

Nú eru níggju posthús, 10 pakkastøðir og 15 pakkaboksir.

Í august 2009 fekk Postverk Føroya nýggjan samleika og búmerki, og navnið broyttist tá til Posta.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923