Høgni endurvann FM-heitið

Høgni endurvann FM-heitið
Við sigri á Flóvini M. Tummasarson tryggjaði Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag sær sítt sætta FM-heiti í einstaklingatalvi
Høhni Egilstoft Nielsen er føroyameistari í einstaklingatalvi
Mynd: jn.fo  
 
03.04.2026 - 21:14

Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag er framvegis føroyameistari í talvi. 

Í sjeynda og seinasta umfari í FM-kappingini á Giljanesi í dag tryggjaði 28 ára gamli telvarin sær FM-heitið annað árið á rað, skrivar Talvsambandið.

Vágamaðurin vann í stórum stíli við dundrandi kongaálopi í dag. Eftir 25 leikir mátti Flóvin M. Tummasarson geva upp ond.

Hans Kristian Simonsen, sum óvæntað hevur givið stórfavorittinum ein skarpan gang hesar páskirnar, var henda langa fríggjadagin fyri sínum einasta ósigri í kappingini. Luitjen Akselsson Apol var eirindarleysur við kollfirðingin, ið tóktist heilt máttleysur við svarta fólkinum.  

Samanumtikið er eingin ivi um, at Høgni Egilstoft Nielsen var rætti vinnarin. Hans Kristian Simonsen gav okkum spenningin, men Høgni Egilstoft Nielsen hevur fulla pakkan. Hann hevur langt síðan lúkað burtur ymsu lýtini, sum aðrir framvegis stríðast við og hevur fingið eitt altjóða snið yvir sínari telving.  Har er ein tryggleiki yvir honum, sum ger, at hann tapir einki talv. Hann hevur ment seg til ein sunnan posisjónstelvara, men eigur framevgis í sær eina falkasjón fyri álopsmøguleikum og taktiskum snildum. Hartil tykist hann hava sera góðar kappingareginleikar. Hann dugir at hugsavna seg, og fellur ikki í fátt, um trýstið harðnar. Eisini er hann í bestu árum, og er likamliga væl fyri, skrivar Talvsambandið.

 

Sannførandi FM-avrik

Høgni Egilstoft Nielsen hevur nú lagt upp á síðuna á Helga Dam Ziska á yvirlitinum yvir teir, sum hava vunnið flest FM-heiti í einstaklingstelving. Teir báðir eiga nú seks FM-heiti hvør. Metið eigur Palli Henriksen. Hann var føroyameistari níggju ferðir árini frá 1938 til 1952. 

Líkt er til, at Høgni Egilstoft Nielsen fer at taka hetta met um nøkur fá ár. Hann er við í FM-kappingini næstan hvørt ár, og er rímiligt stórfavorittur hvørja ferð, tí tað er vorðin rárasta hending, at Helgi Dam Ziska kappast. Helgi Dam Ziska hevur vunnið FM hvørja ferð, hann hevur verið við, síðan hann fyri tíggju árum síðani gjørdist stórmeistari, men hann hevur bara luttikið eina ferð seinastu sjey árini.

Okkara stórmeistari hevur ongantíð havt so góðan og skikkaðan mótstøðumann og avbjóðara sum júst nú, og tí er at vóna, at feløgini, sum bjóða seg fram at hýsa kappingini, royna at bera so í bandi, at talv-Føroyar sleppa at síggja sínar bestu tveir telvarar í hørðum páskavíggi um FM-heitið. Tað hevði givið FM-kappingini eitt ordans spark, skrivar Talvsambandið.

 

Landsliðsbólkurin

7. umfar (3. apríl/langi fríggjadagur)

Høgni Egilstoft Nielsen - Flóvin Matras Tummasarson 1 - 0
Luitjen Akselsson Apol - Hans Kristian Simonsen 1 - 0
Elias Petersen - Jón í Horni Nielsen ½ - ½
Martin Poulsen - Petur Gardar Magnussen 1 - 0 

 

Landsliðsbólkurin - endaliga støðan

1. Høgni Egilstoft Nielsen, ST 6½ stig
2. Hans Kristian Simonsen, KT 5½
3. Luitjen Akselsson Apol, HT 5
4. Elias Petersen, HT 3
5. Martin Poulsen, HT 3
6. Flóvin Matras Tummasarson, HT 2
7. Jón í Horni Nielsen, ST 2
8. Petur Gardar Magnussen, HT 1

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713