Guðrið Hansdóttir: Einki verður súltað í LEITISSTEIN, tí alt verður spælt

Guðrið Hansdóttir: Einki verður súltað í LEITISSTEIN, tí alt verður spælt
Í morgin gevur Guðrið Hansdóttir sína sjeyndu plátu út, "Sýrublað". Í hesum sambandi verður hon gestur í sendingini LEITISSTEIN, har einki verður súltað, men øll plátan spæld
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09.04.2026 - 18:25

Seinasta Guðrið Hansdóttir gav eina plátu út, sum var "Gult myrkur" í 2022, so ruddaði hon borðið til FMA. 

"Gult myrkur" varð kosin ársins útgáva, og heitissangurin vann heiðurin sum ársins tekstur.

Og nú er Guðrið aftur klár við einari nýggjari plátu, "Sýrublað", ið er hennara sjeynda heildarútgáva.

Plátan kemur út í morgin, fríggjadagin 10. apríl, og hesum sambandi, so verður Guðrið Hansdóttir gestur í sendingini LEITISSTEIN Live, sum verður send beinleiðis í útvarpinum í morgin klokkan 13. 

 

Royna tað óroynda

Tá Guðrið fór í holt við útgávuna var málið, at hon skuldi einans samstarva við listafólk, sum hon ikki hevði samstarvað við áður. Og at gera eina útgávu, har ið spæligleði, spontanitetur og kreativitetur skuldi skína ígjøgnum.

Tað greiddi Guðrið Hansdóttir frá, tá Kringvarpið var og vitjaði í upptøkuhølunum hjá framleiðaranum Høgna Lisberg við Gøtugjógv, meðan seinasta hond bleiv løgd á plátuna.


Guðrið Hansdóttir og Høgni Lisberg, framleiðari, í upptøkuhølunum við Gøtugjógv (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

LES EISINI: Guðrið spælisjúk á nýggjari plátu

 

Guðrið vildi hava plátuna at ljóða ráa og spælda. Tað vil siga, at mann skal hoyra, at tað eru verulig fólk, ið spæla. 

"Plátan skuldi ikki yvirframleiðast, og vit hava valt tær upptøkurnar, ið kennast best, heldur enn tær, ið eru mest lýtaleyst spældar ella sungnar."

Grundleggjandi er tónleikurin á "Sýrublað" fólkapoppur við íblástri úr country, reggae og rokki.

"Eitt nú er eitt reggae-lag á plátuni, og eitt sovorðið havi eg ikki útgivið áður. Har eru eisini løg, ið bera brá av country-tónleiki, og okkurt lag, sum peikar aftur til 90-árini og grunge-tónleikin. Men har er tó ein reyður tráður. Hóast 'Sýrublað' fevnir víða tónlistarliga, so hongur hon øgiliga væl saman - merkiligt nokk." 

 

20251215_NET_GUDRID_HANSDOTTIR_NYGGJ_PLATA

 

Plantur og djór lýsa sambond

Tað er Beinir Bergsson, sum hevur skrivað tekstirnar á útgávuni. Samstarvið millum Guðrið og Beinir kom upp í lag, tá tey bæði lósu ritlist og tónlist á Fróðskaparsetri Føroya.

Tekstirnir snúgva seg um nærsambond, og teir trupulleikarnar sum takas seg upp í einum parlagi. Tekstirnir leita til plantur og djór í Føroyum og royna at nýta hesi til at skilja parlagið á ein nýggjan hátt. 

"Tekstliga verður sýrublaðið nýtt í útgávuni sum ein mynd upp á nakað, sum at síggja til er líkt fleiri øðrum bløðum, men tá tú bítur í tað, so kemur ein so óvæntaður, sterkur smakkur fram."

 

Sanglisti:
1. Detaljurnar
2. Sitrus
3. Oyralippan
4. Reyðir kjálkar
5. Loðbressan
6. Grús
7. Epoxyprimer
8. Vit bæði
9. Uttan meg

Serlig tøkk til:
Ólafur Þórarinsson og børnini Rakul, Tóti og Louisa. Takk Beinir Bergsson, Kirstin Helgadóttir, Vár Samuelsen, Sanna Andrassardóttir Dahl, Jákup Zachariasen, Johan Hentze, Marianna Winter Nagata, Elinborg Pálsdóttir, Dania O. Tausen, Katrina Olsen, Uni L. Hansen, Karl Andrias Stórá og Ólavur Gaard

Sýrublað tekstir by Uni Leitisstein Hansen

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. apríl
Bolero
206930
Sunnudag 12. apríl
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
206929
Sunnudag 12. apríl
Credo: C.S.Lewis 1:3
206864
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. apríl
Møti úr Hebron í Leivrík
206941
Sunnudag 12. apríl
Hondbóltur: Montenegro - Føroyar
206942
Leygardag 11. apríl
FM: Badminton, borðtennis og judo
206916
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891