- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vikugesturin: Tey útstoyttu standa mær nær

- Tað var ein tið, har eg føldi meg í eksil. Tað gjørdi so tað, at tey menniskjuni, sum kenna seg útstoytt, hava altíð staðið mær nær.
Sámal Petur í Grund hevur merkt á egnum kroppi, hvat tað merkir at vera forfjónaður og forfylgdur. Eftir hjúnaskilnað, sum bleiv viðgjørdur dagliga í fjølmiðli, tosaði hann bert við heilt fá fólk, tí hann kendi seg úthongdan og gjørdur ómenniskjaligur. Tað lagaði seg so líðandi, men tað var hart - serliga fyri børnini.
Á løgtingsvalinum 26. mars kom Sámal Petur í Grund aftur í løgtingið, eftir at hava verið í politiska kuldanum í nøkur saman við Sjálvstýri. Nú er flokkurin aftur, og tað fekk viðmerkjara at kalla hann "the comeback kid"!
Eitt heiti, sum hann hevur tað gott við.
Dóttirin, sum á sinni mátti síggja pápa sín úthongdan, lýsir i dag Sámal Petur í Grund sum ein hjartagóðan, rúmligan, fevnandi og hjálpsaman pápa, sum er ein fyrimynd hjá henni.
Sámal Petur í Grund er fyrst útbúgvin sum elektronikkmekanikari, hann hevur siglt, hann hevur virkað sum trúboðari, og gjørdist stýrimaður og skipari á ferjum hjá Strandferðsluni í nógv ár. Seinastu 21 árini hevur hann verið skipari á SAM.
Nú er tað aftur sum politikara, vit fara at uppliva Sámal Petur í Grund.
Hoyr samrøðuna við Sámal Petur í Grund, har vit tosa um hansara bakgrund, lívið sum trúboðari og fjarritari, upp- og niðurtúrar sum politikari, og ikki minst hansara persónligu søgu.




























