Steffan Klein Poulsen er nú formliga formaður í Miðflokkinum

Steffan Klein Poulsen er nú formliga formaður í Miðflokkinum
Sambært viðtøkum floksins skal formansval vera eftir hvørt løgtingsval, og valið hevur verið ídag. Nú er Steffan Klein Poulsen formaður Miðfloksins
Ein glaður Steffan Klein eftir at løgtingsvalið bleiv útskrivað. Nú kann hann aftur fegnast, tí hann er í dag valdur til formann Miðfloksins
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
13.04.2026 - 18:12

Steffan Klein Poulsen hevur í dag formliga tikið við sum formaður í Miðflokkinum.

Tað boðaði Miðflokkurin frá fyri lítlari løtu síðani.

Sambært viðtøkum floksins skal formansval vera eftir hvørt løgtingsval, og valið hevur verið ídag.

Jenis av Rana, sum hevur verið formaður floksins síðani 1998, segði seg úr formansstarvinum, og Steffan Klein Poulsen varð valdur nýggjur formaður fyri flokkin.

Formansskiftið í Miðflokkinum kemur tó ikki óvæntað. Beint eftir løgtingsvalið boðaði Jenis av Rana frá, at hann fór at leggja frá sær sum floksformaður og lata sessin víðari til Steffan Klein Poulsen. Tað hendi so formliga ídag.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928