Svenska stjórnin játtar fleiri hundrað mia. kr. til nýggja kjarnorku

Svenska stjórnin játtar fleiri hundrað mia. kr. til nýggja kjarnorku
Slakar 25 mia. kr. eru í Svøríki setta av til at byggja nýggja kjarnorku, meðan 126 mia. kr. til nýggja goymlu til geislavirkna burturkastið, skrivar
Barsebäck, sum í nógv ár var ímyndin av svenskari kjarnorku
Mynd: Shutterstock.com  
 
17.04.2026 - 13:50

Svenska stjórnin játtar fleiri hundrað milliardir krónur til nýggja kjarnorku og goymslu til geislavirkið burturkast.

Tilsamans slakar 25 milliardir danskar krónur er setta av til at byggja nýggja kjarnorku, meðan 126 milliardir krónur til nýggja goymlu til geislavirkna burturkastið, skrivar svenska kringvarpið.

Goymslan av brúktum geislavirknum brennievni er størsta útreiðslan í sambandi við útbygging av kjarnorku til orku. 

Slíkt burturkast skal bjálvast og goymast 500 metrar niðri í undirgrundini í 100.000 ár.

Svenska orkufelagið Vattenfall sigur, at burturkastið kann gera útbyggingina av kjarnorku órímiliga dýra, serliga um fáir reaktorar verða bygdir, sum skulu býta útreiðslurnar av eini heilt nýggjari burturkastgoymslu millum sín.

 

Landið tekur váðan

Svenska stjórnin kemur við nýggjari skipann, har landið tekur váðan, um ein aktørur verður einsamallur eftir við stóru útreiðslunum.

- Hetta er besti mátin at tryggja, at nýggj kjarnorka verður útbygd í Svøríki, sigur Niklas Wykman, ráðharri, sum hevur ábyrgdina av at fíggja nýggja kjarnorku.

Tær 36 milliardirnar fara til beinleiðis íløgu í dótturfelagið hjá Vattenfall, Videberg Kraft, sum fyrst um trý til fýra ár fer at umhugsa, um nýggir reaktorar skulu byggjast á Ringhals.

Men andstøðan finst at uppskotinum hjá svensku stjórnini.

Andstøðan heldur, at feløgini sjálv eiga at rinda bæði kostnaðin og váðan, eins og skipanin er í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025