Kommunur fáa gjald eftir útreiðslunum hjá landinum

Kommunur fáa gjald eftir útreiðslunum hjá landinum
Tað stendur í viðmerkingunum til lógaruppskotið, sum skal geva kommununum ábyrgdina av eldraøkinum frá 1. januar 2015.
 
23.12.2013 - 09:41

Tað verða útreiðslurnar hjá landinum til eldraøkið, sum gera av, hvussu nógvar pengar, kommunurnar fáa úr landskassanum, tá tær taka við eldraøkinum tann 1.januar 2015.

Tað sæst í viðmerkingunum til lógaruppskotið, sum Annika Olsen, landsstýriskvinna, legði fyri løgtingið í síðstu viku.

Landið og kommunurnar hava ikki verið samd um, hvussu nógv eldraøkið kostar.

Kommunurnar siga, at tað kostar meira enn tað, sum landið hevur verið sinnað at lata.

Í viðmerkingunum til lógaruppskotið stendur, at fyri kommunurnar merkir uppskotið, at kommunurnar skulu bæði rinda fyri og hava ábyrgdina av eldraøkinum.

Og so stendur, at fíggingin verður fingin til vegar á tann hátt, at landið rindar kommununum eina ávísa upphædd hvørt ár, sum samsvarar við útreiðslurnar, sum landið hevur av økinum.

Fíggjarmálaráðið hevur gjørt uppskot um fíggjarleist.

Tað uppskotið er tó ikki komið á heimasíðuna hjá løgtinginum, hóast tað er fylgiskjal hjá lógaruppskotinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558