Kommunan ger sum Dátueftirlitið sigur

Kommunan ger sum Dátueftirlitið sigur
Klaksvíkar kommuna tekur niðurstøðuna hjá Dátueftirlitinum til eftirtektar
Klaksvíkar kommuna var ikki nóg væl vard móti teldusníkum.
 
30.04.2026 - 06:43

Klaksvíkar kommuna tekur niðurstøðuna hjá Dátueftirlitinum til eftirtektar.

Kommunan hevur fingið álvarsliga átalu fyri ikki at forða fyri álopinum frá teldusníkum í september 2024.

Kommunan, sigur, at hon tekur málið í fullum álvara og hevur sett ítøkilig tiltøk í verk fyri at forða fyri endurtøku.

Klaksvíkar kommuna er í tøttum samskifti við Dátueftirlitið um at rætta tey viðurskifti, sum eru ávíst. 

Og tað arbeiðið gongur eftir ætlan, sigur kommunan.

Dátueftirlitið hevur álagt kommununi at fáa ávís viðurskifti í rættlag í seinasta lagi 1. august.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961