Vit hava undirmett, hvussu virus virka

Vit hava undirmett, hvussu virus virka
Rebecca Cox, professari í virologi og leiðari av krímdeplinum í Bergen, sigur, at tað gerst alsamt greiðari, at virus kunnu hava størri leiklut í samband við kroniskar sjúkur
Mynd av koronavirusinum, sum hvørt mansbarn kendi aftur í koronatíðarskeiðinum. Nú er greitt, at tað kann hava størri ávirkan enn áður hildið
 
02.05.2026 - 15:55


Í nógv ár hevur samfelagið reagerað uppá beinkrím, RS-virus og korona við at fokusera uppá at forða fyri akuttum sjúkum, innleggingum og at fólk doyr. Men sambært serfrøðingum kann hetta hava havt við sær, at vit hava vent blinda eygað til aðrar hóttanir, sum eru tey sníkjandi seinárini, sum koma í kjalarvørrinum á infektiónunum.

Rebecca Cox vísir á, at vanlig virus eru orsøkin til álvarsligar heilsuavbjóðingar.

- Beinkrím kann vera orsøkin til heilaskaðar og hjartaskaðar, sjálvt langa tíð eftir, at infektiónin er burtur, sigur hon.

Rebecca Cox reksar upp eina røð av øðrum virusum, sum granskarar nú halda geva seinárin.

- Økti vandin fyri langtíðar ella kroniskum sjúkum eigur at vera tikin við, tá mann skal meta um mann skal lata seg koppseta, heldur enn bara at meta um mann heldur vil bara vil verja seg móti sjálvum kríminum, sigur hon.

Fyri stuttum funnu granskarar ein samanhang millum helvitiseld og demens. Hesi tíðindini høvdu við sær, at norðmenn í hópatali lótu seg koppseta móti sjúkuni, skrivar NRK. Og í februar gjørdi Fólkaheilsuinstitutti av at mæla til at koppseting móti helvitiseldi skal vera partur av koppsetingarskránni.

Trýst á pílin niðanfyri og hoyr alt innslagið, sum var í tíðindunum á middegi.

1810389

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. juli
Veðrið
211069
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817