Pauli skjótastur ímóti klokkuni

Pauli skjótastur ímóti klokkuni
Við sannførandi sigri í triðju og seinastu kappingini í tíðarsúkkling, sum var í Eysturoynni leygardagin, tryggjaði Pauli Poulsen sær gull samanlagt í GIANT TT kappingini 2026
Mynd: tst.fo  
 
03.05.2026 - 12:51

Pauli Poulsen vann kappingina í tíðarsúkkling, sum Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag skipaði fyri saman við Troy, súkklufelagnum í Eysturoynni.

Hann vann eisini tvær tær fyrstu kappingarnar, og sostatt tryggjaði hann sær gullið saman í sonevndu GIANT TT kappingini 2026, skrivar tst.fo.

Teinurin, sum var tilsamans 41 kilometrar, var frá Effostøðini í Skálabotni til millum Fjarða, har vent varð. Leiðin gekk síðan til rundkoyringina við Skipaneskrossin og so aftur til Effostøðina í Skálabotni. Teinur skuldi súkklast tvær ferðir.

Pauli Poulsen súkklaði skjótt og kom á mál við tíðini 59:57 minuttir. Tað gevur eina miðalferð beint yvir 41 kilometrar um tíman. Nummar tvey um mállinjuna var Bergtór Thorsteinsson (1:03:52), og nummar trý var Jákup Petur Eliassen (1:04:22). Teir báðir fingu somu pláss í samanløgdu kappingini.

 

Úrslit, 41 km Einkultstartur, Eysturoy:

1. Pauli Poulsen, 59:57
2. Bergtór Thorsteinsson, 1:03:52
3. Jákup Petur Eliassen, 1:04:22
4. Erik Neshamar, 1:08:12
5. Gunnar Dahl-Olsen, 1:11:07
6. Bogi Gregersen, 1:12:02
7. Jóhan D. Jacobsen, 1:14:42
8. Reidar F. Joensen, 1:15:37
9. Finnur Koba, 1:16:19
10. Henry Berg, 1:26:12
11. Jónatan Gregersen (U), 1:28:54

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Darren Charles um Void
208974
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107