FNU: Vit eiga ikki at leita eftir olju í Føroyum

FNU: Vit eiga ikki at leita eftir olju í Føroyum
Tað gongur striltið við grøna orkuskiftinum, men um vit fara at seta hol á oljuleiting nú, so koma vit enn longur afturúr, sigur formaðurin
Jón Kragesteen er formaður í Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag
Mynd: Savnsmynd  
 
10.05.2026 - 15:08
1811904

- Vit eiga ikki at leita eftir olju í Føroyum.

Tað sigur Jón Kragesteen, formaður í FNU. 

Sambært honum er tað eitt afturstig í grøna orkuskiftinum.

 

Oljan er ikki loysnin

Kjakið um oljuleiting í Føroyum er kyknað uppaftur, og fólk eru ymisk á máli.

Heimsstøðan er spent, kríggj herjar í fleiri londum, og tí eiga vit at hugsa um oljutrygd her heima.

Tað segði Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Skansa og Smyril Line, í útvarpstíðundunum í gjár. 

Men sambært Jón Kragesteen er oljan ikki svarið, men heldur ein eyðkend grundgeving, sum fólk, ið liva av oljuídnaði, nýta.

 

Eitt stig longur aftur

Men tað gongur striltið at fáa gongd á grøna orkuskiftið í Føroyum. 

Tað viðgongur Jón Kragesteen.

Men um vit skumpa undir oljuvinnuna í Føroyum, so koma vit enn longur afturúr, og tað er ikki ráðiligt, spyrt tú Jón Kragesteen. 

Sambært honum er útlátið í Føroyum millum heimsins hægstu, og seta vit hol á oljuleiting nú, fer gongdin tann heilt skeiva vegin.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 14. mai
Gudstænasta í Vesturkirkjuni
208362
Hósdag 14. mai
Dylan 85 (2:4)
208360
Mikudag 13. mai
Skratsj 13. maj
208309
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 13. mai
Andaktin - teknmálstulkað
208343
Mikudag 13. mai
Misery - teknmálstulkað
208313
Mikudag 13. mai
Sharenting - teknmálstulkað
208310
Mikudag 13. mai
Hallucination - teknmálstulkað
208306

Annað frá KVF