Peskov: Kríggið í Ukraina nærkast endanum

Peskov: Kríggið í Ukraina nærkast endanum
Beint eftir at stutta vápnahvíldin var farin úr gildi, vóru álopini tikin uppaftur
Dmitry Peskov er talsmaður hjá russiska forsetanum, Putin.
 
12.05.2026 - 14:45

Talsmaðurin hjá Kreml, Dmitrij Peskov, hevur í dag viðmerkt útsøgnina hjá Vladimir Putin, forseta, um at kríggið í Ukraina nærkast endanum.

Tað skrivar tíðindastovan Reuters.

Sambært Peskov, fegnast Russland um amerikansku samráðingarnar. 

Hann endurtekur eisini støðuna hjá Moskva um, at kríggið steðgar alt fyri eitt, um Ukraina og ukrainski forsetin taka neyðugu avgerðina.

 

Álopini tikin uppaftur

Eftir at stuttu vápnahvíldin í Ukraina, leyp Russland á aftur Urkaina við meira enn 200 dronum, sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelensky.

- Russland valdi sjálvt at gera enda á partvísu kvirruni, sum hevur verið í fleiri dagar, skrivar Zelensky í boðum á X.

Í minsta lagi 200 álopsdronur og meira enn 80 bumbur vórðu brúktar í teimum meira enn 30 loftálopunum, sum vórðu skrásett, sigur ukrainski forsætisráðharrin.

Russland boðar eisini frá ukrainskum álopum í dag. 

Russiski herurin sigur, at 27 ukrainskar dronur vórðu skotnar niður, eftir at vápnahvíldin endaði.

 

Trump kom uppí

Vápnahvíldin kom ikki í gildi fyrr enn amerikanski forsetin, Donald Trump, bað Vladimir Putin, forseta í Russlandi, og Zelensky, forseta í Ukraina, taka undir við vápnahvíld í tríggjar dagar.

Báðir partar hava í stóran mun hildið seg frá loftálopum teir tríggjar dagarnar, men báðir hava ákært hin fyri at bróta vápnahvíldina á hermótinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847