Advokatur: Er rein populisma at herða revsingina fyri brot á rúsevnislógina

Advokatur: Er rein populisma at herða revsingina fyri brot á rúsevnislógina
Tá løgmaður sigur seg vilja herða revsingina fyri brot á lógina um rúsevnir er talan um reina populismu, sigur Jógvan Páll Lassen, advokatur
Jógvan Páll Lassen, advokatur.
 
16.05.2026 - 17:12

Revsingin í Føroyum er longu væl hægri enn í grannalondum okkara, tá tað snýr seg um brot á lógina um rúsevnir, sigur Jógvan Páll Lassen, advokatur.

Hann vísur eisini á, at tað at herða revsingina fer at verða steinur omaná byrðu hjá ungum føroyingum, sum stríðast við rúsevnismisnýtslu. Kortini heldur hann, at tað hevur týdning at herða revsingina tá tað snýr seg um kriminell bakfólk, sum skipa fyri innflutningi av rúsevnum.

Í 2022 var ein Heildarætlan um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu handað táverandi løgmanni, Bárði á Steig Nielsen, sum nú er landsstýrismaður og varaløgmaður. Talan var um eitt stórt arbeiði har fleiri enn 70 hoyringspartar vóru tiknir við. 

Arbeiðsbólkurin hevði nógv tilmæli um trivnað, sunnar felagskapir og um at leggja størri orku í at menna og samskipa tilboðini til teirra, sum hava sálarligar ella sosialar avbjóðingar, fyri at fyribyrgja langtíðartrupulleikum og rúsevnistrupulleikum.

Undir harðari revsing í Føroyum stendur skrivað í Heildartilmælinum, at:

"Tað tykist í høvuðsheitum at vera semja millum teir bólkar sum hava tætt samband við fólk við rúsevnistrupulleikum, at revsing í sjálvum sær ikki er besta loysnin, um ætlanin er at fyribyrgj rúsevnismisnýtslu og innflutningi av rúsevnum í Føroyum. Tað er væl hugsandi, at viðgerðardómar saman við einum mentornetverki høvdu givið betri úrslit - bæði fyri borgaran og samfelagið sum heild - serliga tá ið talan er um smærri rúsevnismál."

 

1813002

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985