Ferðsluvanlukka í Oyndarfirði kravt eitt mannalív

Ferðsluvanlukka í Oyndarfirði kravt eitt mannalív
Ein 22 ára gamal maður hevur latið lív í ferðsluvanlukku í Oyndarfirði. Leitað verður eisini eftir einum 20 ára gomlum manni á sjónum
Ferðsluvanlukkan, sum higartil hevur kravt eitt mannalív, hendi við Rættargjógv (frámerkt á kortinum), umleið hálvan kilometur áðrenn komið verður til bygdina
Mynd: Kort: Google Earth

28.12.2013 - 15:58

Klokkan 9:52 leygarmorgunin fekk politistøðin í Havn fráboðan um eina ferðsluvanlukku í Oyndarfirði, sum higartil hevur kravt eitt mannalív.

Ein 22 ára gamal maður varð í morgun funnin deyður á sjónum við Rættargjógv, tá bjargingarfólk komu á staðið, har bilurin er farin útav vegnum.

SÍ EISINI VIDEO: Óvissa um orsøk til ferðsluvanlukku

Kavarar, ið vórðu boðsendir til vanlukkustaðið, hava funnið vrakið av bilinum inni í Rættargjógv, umleið hálvan kilometur áðrenn komið verður til bygdina (sí kortið.)

Leita eftir 20 ára gomlum manni

- Vit hava orsøk at halda, at ein 20 ára gamal maður eisini var í bilinum, tá bilurin fór útav vegnum í gjónna, sigur Kristian Dahl, vakthavandi á politistøðini í Havn.

Kristian Dahl vil ikki koma nærri inn á, hví løgreglan heldur, at tann 20 ára gamli maðurin eisini var í bilinum, tá ferðsluvanlukkan hendi.

Báðir menninir - hann sum er funnin deyður og hann, leitað verður eftir - eru ættaðir úr Oyndarfirði, verður upplýst av politistøðini í Havn.

Umfatandi leiting á sjógvi og landi

Umfatandi leiting er farin fram við Rættargjógv og økið við gjónna, síðani ferðsluvanlukkan varð fráboðað leygarmorgunin klokkan 9:52.

- Nú er farið at skýma og leitingin er steðgað fyri í dag. Leitingin verður tikin upp aftur sunnudagin, tá tað ljósnar, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn, Kristian Dahl.

Kavarar hava allan dag leitað á sjónum. Harumframt hava bjargingartyrlan hjá Atlantic Airways og bjargingarfólk eisini leitað á sjógvi og landi eftir 20 ára gamla manninum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 19. mars
Morgunlestur hósdagur 19.mars 2026
205767
Mikudag 18. mars
Valkøn 18. mars
205846
Mikudag 18. mars
Fyrsta val 18. mars 2026
205820
Mikudag 18. mars
Fyrireiking er lykilin
205812
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205826
Mikudag 18. mars
Andgletturin - Miðflokkurin
205810
Mikudag 18. mars
Sjálvstýri í heita stólinum (4:7)
205808