Flestu avrættingar í 44 ár

Flestu avrættingar í 44 ár
Sambært frágreiðing frá Amnesty International tóku 16 lond fólk av døgum í fjør. Í Iran vóru í minsta lagi 2.159 fólk avrættað
Høvuðsorsøkin til gongdina er at finna í Iran, har stýrið hevur tikið tvífalt so mong av døgum í 2025 sum árið fyri.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
18.05.2026 - 14:18

Talið av avrættingum í heiminum er tað størsta í 44 ár.

Tað vísir árliga frágreiðingin um deyðarevsing hjá Amnesty International.

Tað er serliga í Iran, at fleiri eru tikin av døgum. 

Sambært frágreiðingini er økingin 78 prosent samanborið við árið fyri. Frágreiðingin vísir á 16 lond, sum hava tikið fólk av døgum.

 

Iran avrættað tvífalt so nógv

Høvuðsorsøkin til gongdina er at finna í Iran, har stýrið hevur tikið tvífalt so mong av døgum í 2025 sum árið fyri. Í 2025 vóru minst 2.159 tikin av døgum, árið fyri, í 2024, vóru tað 972.

Serliga eru fólk avrættað fyri narkokriminalitet, men líka nógv eru avrættað fyri at brotsverk móti Gudi ella stýrinum sjálvum í Iran, sigur frágreiðingin frá Amnesty.

Men tað er ikki bara í Iran, at fleiri eru tikin av døgum. Eisini lond sum Saudiarabia, Jemen, USA, Somalia, Kuvait og Singapore gera sítt til, at hagtølini fyri deyðarevsing eru vaksin. 

Í USA eru t.d. 47 tikin av døgum í 2025, í fyrraárið vóru 25 fólk avrættað í USA.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136