Ongar ítøkiligar ætlanir um dialysuviðgerð í Klaksvík

Ongar ítøkiligar ætlanir um dialysuviðgerð í Klaksvík
Landsstýriskvinnan sigur, at viðgerðartilboð í Klaksvík krevur bæði útgerð, hølir og serkøn starvsfólk.
 
24.05.2026 - 10:32

Eingin ítøkilig ætlan er at seta á stovn dialysuviðgerð á Klaksvíkar Sjúkrahúsið.

Tað sigur, Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í Heilsu- og orkumálum, í einum svari til ein grein 52 fyrispurning frá Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir, løgtingskvinnu.

Løgtingskvinnan vildi hava at vita, um landsstýriskvinnan hevur ætlanir um at skipa dialysuviðgerð á Klaksvíkar sjúkrahúsi, soleiðis at dialysusjúklingar í Norðoyggjum og Eysturoy kunnu fáa viðgerð í nærumhvørvinum.

Í svarinum verður sagt, at um ein slík skipan skal setast í verk, krevur tað bæði hóskandi hølir, serliga tekniska útgerð og starvsfólk við røttu førleikunum. Harumframt skulu neyðugar tekniskar tillagingar gerast, áðrenn dialysuviðgerð kann veitast á Klaksvíkar sjúkrahúsi.

Íløgan í útgerð og innrætting er mett til góðar 1,8 milliónir krónur. Árligi rakstrarkostnaðurin verður mettur at liggja millum 3,6 og 5,2 milliónir krónur.

Landsstýriskvinnan skrivar eisini í svarið sínum, at tað kann gera tað verri at varðveita fakliga støðið, um tilboðið verður spjatt enn meira enn í verandi støðu. Sambært Sjúkrahúsverkinum er dialysufunktiónin í Føroyum frammanundan kroyst, tá tað ræður um at varðveita eitt nøktandi fakligt støði. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576