TAKS tekur metnógv rúsevni - kortini eru stórar avbjóðingar

TAKS tekur metnógv rúsevni - kortini eru stórar avbjóðingar
Stjórin í TAKS sigur, at tørvur á betri umstøðum og fleiri starvsfólkum, um eftirlitið skal styrkjast enn meira
Eyðun Mørkøre er stjóri á TAKS.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
01.06.2026 - 13:05

- Vit hava sett met fyri, hvussu nógv rúsevni vit taka í eftirlitinum. 

Tað sigur Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS, í sambandi við, at trý fólk eru varðhaldsfongslað í størsta kokain-málinum higartil.

Í minsta lagi fimm kilo av kokaini eru smuglað til Føroya, og síðani er meginparturin seldur víðari her. 

At Føroyar eru vorðnar meira áhugaverdar fyri útlendskar smuglarar, staðfestir TAKS eisini í eftirlitinum við landamørkini.

Men hóast TAKS seinastu tíðina hevur tikið metnógv rúsevni í eftirlitinum, eru avbjóðingarnar framvegis stórar. Sambært Eyðuni Mørkøre er tørvur á betri umstøðum og fleiri starvsfólkum, um eftirlitið skal styrkjast enn meira. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

01062026_Taks

 

Sí eisini: Útlendski áhugin fyri føroyska rúsevnismarknaðinum tykist stórur

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006