Norðborg víðari í rættarskipanini

Norðborg víðari í rættarskipanini
Málið um lodnuna hjá Norðborg skal roynast í Landsrættinum
Norðborg í illveðri.
 
02.06.2026 - 06:02

Málið um lodnuna hjá Norðborg skal roynast í Landsrættinum.

Ákæruvaldið hevur appellerað.

Tey ákærdu, skiparin og reiðaríið, hava nú 14 dagar til at avgera, um tey eisini skulu appellera. 

Skiparin fekk 100.000 krónur í sekt fyri at fiska ov nógva lodnu í íslendskum sjógvi í mars í fjør. 

Ákæruvaldið kravdi 600.000 krónur.

Og, at skipið misti 10 mió. kr., sum, sambært ákæruvaldinum, svarar til vinningin av tí, sum Norðborg fiskaði ov nógv.

Men tað vildi Føroya rættur ikki. 

Sambært ákæruritinum fiskaði Norðborg 99 prosent meira enn skipið hevði loyvi til.

Lodnukvotan hjá Norðborg var 107,26 tons.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037