Verkætlan klár men eingir pengar

Verkætlan klár men eingir pengar
Tað fer at kosta stívar 70 mió. kr. at dagføra byrgingina um Haraldssund
Byrgingin krevur dagføringar, eru tey, sum brúka hana, samd um.
 
03.06.2026 - 06:34

Tað fer at kosta stívar 70 mió. kr. at dagføra byrgingina um Haraldssund.

Landsverk hevur havt verkætlan um tað klára í nógv ár.

Men pengar eru ikki játtaðir til hennara. 

Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, i svari til Eirik í Jákupsstovu, løgtingmann.

350 metrar

Byrgingin um Haraldssund er 350 metrar long og 20 metrar breið oman fyri sjóvarmálan. 

Verkætlanin, sum er gjørd, umfatar ein veg við tveimum farbreytum og einari gongu- og súkklubreyt.

Gøtuljós eru við, og verjugrótið á norðaru síðu skal hækkast ein metur.

Vegurin verður ein natúrligur partur av vegunum báðu megin byrgingina. 

Landsverk mælir til, at aldusimuleringar, aldueftirgerðir, vera gjørdar, áðrenn farið verður undir verkætlanina fyri at tryggja, at byrgingin verður nóg høg. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162