Okkurt er gjørt, nógv er eftir

Okkurt er gjørt, nógv er eftir
Arbeitt verður við at gera eitt fakligt tilmæli at leggja til politiska støðutakan um, á hvørjum stigi, føroyska samfelagið eigur at fyrireika seg til støðu við avbyrging
Korona kravdi tilbúgving.
 
03.06.2026 - 06:38

Arbeitt verður við at gera eitt fakligt tilmæli at leggja til politiska støðutakan um, á hvørjum stigi, føroyska samfelagið eigur at fyrireika seg til støðu við avbyrging uttanífrá.

Her verður serliga hugsað um um matvøruveiting, orkuveiting, telesamskifti og heilivág.

Men Føroyar hava ikki sum er heildaravtalur um veitingar frá grannalondunum. 

Tað sigur Bárð á Steig Nielsen, landsstýrismaður, í svari til Sámal Petur í Grund, løgtingsmann, sum  spurdi um tilbúgving.

Landsstýrismaðurin sigur, at nógv er longu gjørt.

Føroyar eru í norðurlendska HAGA-samstarvinum.

Tað er samstarv um tilbúgving og bjarging.

Fyrireika samstarv

Harumframt eru Føroyar við í arbeiðinum at stovna Nordic Security of Supply Network, sum skal styrkja veitingartrygd og mótstøðuføri í Norðurlondum.

Og arbeitt verður við at fáa eina greiðari mynd av støðuni viðvíkjandi goymslum, veitingum og veitingartrygd á ymiskum samfelagsøkjum. 

SEV og oljufeløgini eru í holt við verkætlanir, sum fara at økja brennievnisgoymslurnar.

Tilmæli er gjørt um heimatilbúgving, sigur landsstýrismaðurin.

Og í 2023 kom fyrsta føroyska nettrygdarætlanin.

Arbeitt verður eisini við einari nettrygdarlóg, sigur Bárður á Steig Nielsen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096