Broyta byggi- og nýtslustig í stórum pørtum av Argjum og Havnini

Broyta byggi- og nýtslustig í stórum pørtum av Argjum og Havnini
Broytingarnar hava m.a. við sær, at tað slepst undan at taka bygningar niður, men heldur umbyggja teir til eitt nú bústaðir
A1- økið er meginparturin av Argjum og Havnini og partur av Hoyvík.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
04.06.2026 - 14:32

Tórshavnar býráð hevur samtykt at broyta ásetingar fyri byggi- og nýtslustig í almennu byggisamtyktini fyri A1-økið í kommununi. 

A1- økið er meginparturin av Argjum og Havnini og partur av Hoyvík.

 


Birita Wardum.

 

- Fleiri orsøkir eru til, at neyðugt er at hækka nýtslu- og byggistigið, sigur Birita Wardum, býararkitektur í Tórshavnar kommunu. 

Broytingarnar hava m.a. við sær, at tað slepst undan at taka bygningar niður, men heldur umbyggja teir eitt nú til bústaðir.

Hoyr samrøðu við Biritu Wardum í útvarpstíðindunum: 

 

04062026_Birita_Wardum

 

Tilfar, sum lýsir uppskotið um broyting av almennu byggisamtyktini, liggur frammi á torshavn.fo og í Snarskivuni til og við 23. juni.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast til Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 23. juni 2026.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 4.partur (4:7)
109063
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666