- Tíðindi, mentan og ítróttur
Alt ov nógv ung eru bundin av orkudrykkjum

Alt ov nógv ung eru bundin av orkudrykkum fyri at klára gerandisdagin.
Í Norðurlondum drekka stívliga 20 prosent av teimum ungu orkudrykkir minst einaferð um dagin og væl meira enn helvtin minst einaferð um vikuna.
Tað vísir nýggj norðurlendsk frágreiðing av ungum í Danmark, Svøríki, Norra, Finnlandi og Íslandi.
Frágreiðingin sigur, at 30 prosent av teimum 15 til 19 ára gomlu hava upplivað neilig heilsuárin av orkudrykkjum, millum annað hjartabankan, trupulleikar við at sova og ørilsi.
15 prosent av teimum ungu siga, at tey kenna seg illa til pasar, tá tey ikki drekka orkudrukkir og ein av trimum ungum ynskir at minka mongdina, tey drekka.
Knappliga 40 prosent siga, at tey vóru 13 ár ella yngri, tá tey byrjaðu at drekka orkudrykkir og 16 prosent drekka ongantíð.
- Hetta kann hava álvarsamar avleiðingar fyri sálarheilsuna og skúlagongdina hjá teimum ungu, sigur Karen Ellemann, aðalskrivari í Norðurlandaráðnum.
Hon leggur dent á, at tað er ein felags avbjóðing hjá Norðurlondum, at broyta keðiligu gongdina.
Frágreiðingin um ung og orkudrykkir er fíggjað av Norðurlandaráðnum. Svenska matvørustýrið hevur havt ábyrgdina av kanningini, sum er grundarlag fyri úrslitunum.
Heilsufrøðiliga starvsstovan í Føroyum er við í kanningini sum samstarvsfelagi.























