
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur

Meksikanski býurin Monterrey varð litaður bláur og gulur, tá Svøríki fór undir HM við stórsigri á Tunesia í nátt.
Stóru Premier League-kanónirnar í álopinum royndust væl. Alexander Isak skoraði eitt mál, og legði upp til tvey, meðan Viktor Gyökeres skeyt eitt og legði upp til eitt.
Hini málini skutu Brighton miðvallarin Yasin Ayari (2) og Mattias Svanberg. Omar Rekik minkaði tum munin til 2-1 fyri Tunesia stutt fyri steðgin, men sviar vunnu 5-1.
Kurasau oyruni í týsku maskinuna
Kurusau er minsta landið, sum hevur spælt í heimsmeistarakappingini, og í eina løtu var karibiska smátjóðin í dreymalandi.
Livano Comenencia javnaði nevniliga til 1-1, tá 21 minuttir vóru spældir í Houston, men løtan søti dreymurin gjørdist skjótt til marru, tá týska maskinan av álvara fór í gongd.
Týskarar skutu heili seks mál ímillum 38. og 88. minutt, og Kurusau mátti lúta heili 7-1.
í gjárkvøldið spældu Niðurlond og Japan javnleik 2-2, meðan Fílabeinsstrondin vann 1-0 á Ekvador við málið síðsta minutti.
Evropameistararnir spæla
Í dag spæla evropameistararnir úr Spania sín fyrsta dyst. Barcelona-stjørnan Lamin Yamal er ivasamur til fyrsta dystin, men spaniólar eru stórfavorittar ímóti Grønhøvdaoyggjum seinnapartin.
Seinni bresta Mohamed Salah og Egyptaland saman við Kevin De Bruyne og Belgia, áðrenn Saudiarabia og Uruguay runda dagin av. Iran og Nýsæland spæla í nátt.