André Olsen uppsagdur í HB

André Olsen uppsagdur í HB
Eftir laka gongd hetta kappingarárið hevur HB sagt André Olsen úr starvi sum venjara hjá besta mansliðnum
André Olsen er ikki longur venjari hjá HB
Mynd: Finnur Justinussen/Leit  
 
18.06.2026 - 21:59

André Olsen er ikki longur venjari hjá besta mansliðnum í HB.

Laku úrslitini hetta kappingarárið hevur fingið leiðsluna í felagnum at missa tolið.

 - Eftir vánaligu gongdina seinastu tíðina, er avgerð tikin um at enda samstarvið millum HB og André Olsen, skrivar felagið í stuttari fráboðan hósdagin.

André Olsen avloysti Adolfo Sormani í mai í fjør, og úrslitini vóru sera góð. Í føroysku deildini tapti HB ongan dyst eftir venjaraskifti, og í Evropa gav HB donska stórfelagnum Brøndby skarpan gang bæði úti og heima.

Hetta kappingarárið er kortini stígur komin í. HB liggur í løtuni á 6. plássi við bert 15 stigum fyri 13 spældar dystir. Síðstu átta landskappingardystirnar hevur HB bert vunnið einaferð.

Í steypakappingini vann HB 2-1  á Víkingi í fyrru hálvfinalunu á heimavølli. Seinni dysturin verður í næstu viku.

HB boðar frá, at nýggjur venjari verður settur í næstum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt við Hjalgrim Fonsdal Højgaard
215339