ES-ráðið umrøðir samstarvið við Føroyar

ES-ráðið umrøðir samstarvið við Føroyar
Ein orsøk kann vera, at Føroyar varpa størri ljós á ES, men geopolitiska støðan ávirkar óivað eisini, sigur landsstýrismaðurin í uttanríkismálum
Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.06.2026 - 13:37

Fyri triðju ferð síðani 2022 nevnir ES-ráðið Føroyar í skjali við niðurstøðum um, hvussu ráðið vil, at samstarvið millum ES og onnur vesturevropeisk lond skal vera. 

Ein orsøk til hetta kann vera, at Føroyar varpa størri ljós á ES, men geopolitiska støðan ávirkar óivað eisini, sigur Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkismálum.

Í skjalinum hjá ES-ráðnum stendur millum annað, at ráðið virðismetir føroyska stuðulin til Ukraina, og at Føroyar standa saman við ES, tá talan er um revsitiltøk ímóti Russlandi. 

 

19062026_ES_og_Foroyar

 

Hini londini, sum verða nevnd í skjalinum eru Ísland, Liktinstein, Noreg, Sveis, Andorra, San Marino og Monako.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928