Íslendingar farnir at skjóta hval

Íslendingar farnir at skjóta hval
Kvotan í ár er 150 nebbafiskar og 134 sildrekar
Hvalur 8 og Hvalur 9 eru farnir at skjóta hval.
Mynd: RÚV, íslendska kringvarpið  
 
23.06.2026 - 10:26

Íslendska hvalaveiðan er byrjað.

Fyrstu tveir hvalirnir, tveir nebbafiskar, eru komnir til hvalastøðina í Hvalfirði.

Hvalur 9, sum ein av hvalabátunum eitur, veiddi teir.

Hetta eru fyrstu hvalir, sum íslendingar skjóta síðani 2023.

Kvotan í ár er 150 nebbafiskar og 134 sildrekar.

 

Fimm ára loyvi

Felagið Hvalur fekk fimm ára veiðiloyvi í desember 2024. Tvey skip hjá Hvali, Hvalur 8 og Hvalur 9, eru farin at skjóta hval.

Paul Watson hevur boðað frá, at hann fer til Íslands í summar at forða fyri hvalaveiðu.

Íslendski vinnumálaráðharrin, Hanna Katrin Friðriksson, ætlar at fáa lógina um hvalaveiðu endurskoðaða og broytta, so hvalaveiðan minkar.

Hon hevur biðið løgfrøðingar kanna lógina. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221