Eingin ætlan um Kringvarpið

Eingin ætlan um Kringvarpið
Men tað má tola kritikk, sigur landsstýrismaðurin í mentamálum
Landsstýrismaður hevur svarað tingmanni um Kringvarpið.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
26.06.2026 - 06:21

Landsstýrið hevur ikki viðgjørt nakað ítøkiligt uppskot um at seta nevnd, sum skal ráðgeva og hava eftirlit við Kringvarpinum.

Landsstýrið hevur heldur ikki viðgjørt nakrar aðrar ítøkiligar ætlanir um broytingar í Kringvarpinum.

Einki um Kringvarpið stendur í samgonguskjalinum.

Tað sigur Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður, í svari til Jenis av Rana, løgtingsmann.

Hann spurdi, um tað kann hugsast, at landsstýrismaðurin tekur undir við at seta nevnd við teirri uppgávu at hava eftirlit við og vera ráðgevandi hjá Kringvarpinum.

Álit

Bárður á Lakjuni sigur, at sum heild hevur hann álit á, at Kringvarpið røkir sína uppgávu.

Men tað merkir tó ikki, sigur hann, at tíðindaflutningurin ikki kann vera evni hjá kjaki ella kritikki. 

Og viðhvørt haldi eg, at kritikkurin er grundaður, sigur Bárður á Lakjuni. 

Politiska skipanin skal og má tó undir ongum umstøðum stýra tíðindaflutninginum.

Kringvarpið má, eins og aðrir stovnar við stórari samfelagsávirkan, tola opið orðaskifti og kritiskar røddir, sigur landsstýrismaðurin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
Breddin: Kervi+ og fólkaskúlin
216300
Hósdag 12. november
Eitt fræ
216034
Hósdag 12. november
Hús
216070
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210