Grønt ljós til oljugoymslu

Grønt ljós til oljugoymslu
Runavíkar Býráð hevur nú givið Effo loyvi at byggja eina risa stóra oljugoymslu niðri á Sandi í Søldarfirði
Soleiðis kemur nýggja orkugoymslan hjá Effo í Søldarfirði at síggja út. Mynd: Effo
 
27.06.2026 - 18:31

Staðsetingin er á nýggju uppfyllingini sunnan fyri pierin í Søldarfirði.

Byggjast skulu sjey tangar, sum eru 20,5 metrar høgir og umleið 20 metrar í diametur. Tangarnir eru tilsamans 20.000 rúmmetrar. 

Effo skal brúka tangarnar til gassolju, diesel, bensin og jetfuel.

Umframt sjálvar tangarnar skulu eisini byggjast tangagarðar, pumpuhús, eitt sonevnt ventilhús og eisini skal økið gerast klárt til brandsløkking, skuldi eldur komið í.

Ætlaða virksemið hjá Effo í Søldarfirði hevur fingið umhvørvisgóðkenning frá Umhvørvisstovuni.

Bruna- og Arbeiðseftirlitið skal góðkenna brunaætlanina fyri økið. Tann góðkenningin er er ikki komin uppá enn, upplýsir kommunan.

Umsóknin frá Effo hevur verið til viðgerðar í fleiri av faknevndunum í Runavíkar Kommunu, og hóskvøldið samtykti Runavíkar Býráð at geva byggiloyvi.

Herfyri boðaði Effo frá, at felagið hevur undirskrivað sáttmála við Articon og Mest um at byggja oljugoymsluna - ella orkugoymsluna, sum felagið nevnir hana.

Í tí sambandi nevndi Effo eisini, at talan var um størstu íløguna í søgu felagsins. Arbeiðið skal eftir ætlan byrja í august, og orkugoymslan skal takast í brúk við árslok næsta ár.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011