HM: Nú skal røkka ella støkka hjá stjørnunum

HM: Nú skal røkka ella støkka hjá stjørnunum
HM-bólkaspælið við teimum 72 dystunum endaði í nátt, og sum væntað vera allar tær størstu tjóðirnar og stjørnurnar við í sekstandapartsfinalunum
Innskifti Lionel Messi hevur skotið sítt 6. mál í HM-endaspælinum við beinleiðis frísparki ímóti Jordan
Mynd: Hannah Mckay/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
28.06.2026 - 16:40

Lionel Messi, Harry Kane og ein ótrúligur javnleikur millum Algeria og Eysturríki settu í gjár og í nátt tvær tjúkkar strikur undir størsta HM-bókaspælið í søguni.

Argentinski úrmælingurin við gitna 10-talinum á rygginum á bakinum byrjaði uttanfyri, men varð skiftur inn og skoraði sítt sætta mál hetta endaspælið og 19. tilsamans, tá heimsmeistararnir vunnu 3-1 á Jordan og fóru víðari í sekstandapartsfinalurnar við fullum stigatali.

England tryggjaði sær fremsta plássið í sínum bólki, tá Jude Bellingham og Harry Kane skoraðu eftir steðgin ímóti Panama, í einum linligum dysti í New Jersey. Linligt var tað ikki ímillum Algeria og Eysturríki, sum bæði kundu liva við javnleiki. 

Eysturrík var frammanfyri tvær ferðir, men tá tímin var spældur var 2-2 og líka vítt sum sítt. Liðini vóru væl nøgd, men í yvirtíðini skoraði Riyad Mahrez fyri norðurafrikanararnar, og so var Eysturríki úti í kuldanum, meðan Iran var innanfyri. Men bert í tríggjar minuttir, tí í 96. minutti bjargaði Saša Kalajdžić evropearunum.

 


Uttanfyri, so innanfyri: Eysturríki bjargaði sær plássinum í sekstandapartsfinalunum við máli til 3-3 ímóti Algeria í síðsta minutti (Mynd: Phil Noble/Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Stóru sjørnurnar allar við enn

Eingin av heilt stóru tjóðunum fall í bólkaspælinum. Skotland, Turkaland, Kekkia og Uruguai skuffaðu, meðan Iran var heldur óheppið á vøllinum og fekk ivasama viðferð frá myndugleikunum.

Hinvegin eydnaðist smátjóðini Grønhøvdaoyggjum at spæla seg víðari, meðan afrikanska kontinentið hevur heili níggju lond við í sekstandapartsfinalurnar. Eisini eru allar vertstjóðirnar framvegis við - USA og Meksiko vunnu enntá sínar bólkar - og tað ger sjáldan HM-fepurin minni.

Stóru stjørnurnar verða eisini at síggja í fyrsta røkkstøkk-umfarinum. Lionel Messi er nýggjur HM-málkongur, meðan franska superstjørnan Kylian Mbappé eltir hann av øllum alvi. Harry Kane og England eru eisini væl við, og Brasil við Viníciusi Junior á odda er vaknað eftir laka byrjan.

Niðurlond, Spania og Týskland hava øll víst styrki, meðan Norra seldi seinasta bólkadystin ímóti Fraklandi og ein møguligan bólkasigur, og kann í staðin dúva upp á úthvíldu Erling Haaland og Martin Ødegaard til dystin ímóti Fílabeinsstrondini. 

Ein, sum onga hvíld hevur fingið higartil, er Cristiano Ronaldo. 41 ára gamli portugisin hevur spælt allar minuttirnar higartil, og skoraði tvey mál í 5-0 sigrinum á Usbekistan. Hinir báðir dystirnir hjá Portugal ímóti Kongo og Kolumbia endaðu við javnleiki.

 


Hvíldarleysur: Cristiano Ronaldo, 41, er einasti portugisin, sum hevur spælt allar tríggjar bólkadystirnar á tamb (Mynd: Nathan Ray Seebeck/Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Nú byrjar fýrverkið

Meðan bólkaspælið vanliga stendur fyri teimum forkunnugu og litføgru søgunum bæði á og uttanfyri vøllin, veksur intensiteturin og góðskan í røkkstøkk-umførunum. 

Soleiðis sær eisini út til at verða hesa ferð, tí fleiri spennandi uppgerðir verða í sekstandapartsfinalunum.

Týsdagin verða til dømis tríggjar spennandi uppgerðir, tá Niðurlond og Marokko, Fílabeinsstrondin og Norra, og Frakland og Svøríki bresta saman. 

Allarfyrst skal Kanada royna at spæla seg í áttandapartsfinalurnar, tá vertstjóðin møtir Suðurafrika í Inglewood í Kalifornia í kvøld.

 


Kane upp um Lineker: Harry Kane skorar sítt 11.  HM-mál í sigrinum á Panama, og fór framvið Gary Lineker (10), sum skoraði seks í Meksiko 1986 og fýra í Italia 1990 (Mynd: John Sibley/Reuters/Ritzau Scanpix) 

 

 

Sekstandapartsfinalurnar: 

 

Sunnudag, 28 juni:
Suðurafrika - Kanada (Inglewood, Kalif.)

Mánadag, 29. juni:
Brasil - Japan (Houston)
Týskland - Paraguay (Foxborough, Mass.)

Týsdag, 30 juni:
Niðurlond - Marokko (Guadalupe, Meksiko)
Fílabeinsstrondin - Norra (Arlington, Texas)
Frakland - Svøríki (East Rutherford, N.J.)

Mikudag 1. juli:
Meksiko - Ekvador (Meksiko City)
England - Kongo DR (Atlanta)
Belgia - Senegal (Seattle)

Hósdag, 2. juli:
USA - Bosnia Hersegovina (Santa Clara, Kalif.)
Spania - Eysturríki (Inglewood, Kalif.)

Fríggjadag, 3. juli:
Portugal - Kroatia (Toronto)
Sveis - Algeria (Vancouver, Kanada)
Avstralia - Egyptaland (Arlington, Texas)
Argentina - Grønhøvdaoyggjar (Miami Gardens, Fla.)

Leygardag, 4. juli:
Kolumbia - Gana (Kansas City, Mo.)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493