Íslendska sjóverjan fylgir nú skipinum hjá Paul Watson

Íslendska sjóverjan fylgir nú skipinum hjá Paul Watson
Við íslendska sjóverjuskipinum eru eisini fimm serdeildir og fólk frá servandu deildini hjá sjóverjuni
Íslendska sjóverjuskipið Tór fylgir Bandero, skipinum hjá Paul Watson.
Mynd: Íslendska sjóverjan  
 
29.06.2026 - 14:17

Íslendska verjuskipið Tór kom í gjárkvøldið fram á skipið hjá Paul Watson, Bandero, sum sigldi í íslendskum sjógvi vestan fyri Ísland. 

Sjóverjuskipið fer at fylgja skipinum á ferðini í íslendskum sjógvi. Umborð á íslendska sjóverjuskipinum eru umframt manningin,  fimm serdeildir og fýra fólk frá servandu deildini hjá sjóverjuni.

Georg Lárusson, stjóri fyri sjóverjuna, sigur við íslendska kringvarpið, at hetta er alt fyriskipað í samráði við løgmálaráðið.

 


Bandero. (Mynd: Paul Watson Foundation)

 

Bólkurin hjá Paul Watson hevur fleiri ferðir hótt skipini hjá partafelagnum Hvali og sagt, at endamálið við ferðini til Íslands er at steðga hvalaveiðini.

Skipið hjá Watson, Bandero, kom leygardagin inn um íslendska sjómarkið.

Myndugleikarnir heittu á manningina á Bandero um at tendra AIS-skipanina, sum annars var sløkt. 

AIS stendur fyri Automatic Identification System og vísirr dátur um skipið - knattstøðu, og hvønn veg og hvussu skjótt, tað siglir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101