Umhvørvisstovan kannar dálking í Stórá

Umhvørvisstovan kannar dálking í Stórá
Umhvørvisstovan kannar nú málið um boridust í Stórá. Búnaðarstovan metir, at tilfarið kann brúkast til jarðarbetran, men tað eigur ikki at enda í áum og vøtnum.
29.06.2026 - 19:23

Umhvørvisstovan kannar nú málið um boridust, sum rann út í Stórá í Saksunardali.

Fyri tveimum vikum síðani greiddi Kringvarpið frá, at vatnið í ánni hevði verið dálkað við boridusti. Boridustið kom frá einum plássi, har restir frá jarðhitaboringum verða lagdar.

Tá visti Umhvørvisstovan ikki av málinum, men nú verður hendingin kannað nærri.

Búnaðarstovan hevur eisini verið á staðnum í Saksunardali og tosað við festaran. Sambært festaranum verður boridustið ikki tyrvt sum burturkast, men goymt sum taðingartilfar til at bøta um jørðina.

Búnaðarstovan metir, at hetta kann vera ein skilagóð loysn. Men hóast tilfarið kann brúkast til jarðarbetran, eigur tað ikki at enda í áum, vøtnum ella aðrari náttúru.

Sambært Umhvørvisstovuni eru reglurnar greiðar. Tilfarið skal handfarast soleiðis, at tað ikki rennur út í áir, vøtn ella aðra náttúru.

Sunda kommuna hevur ikki givið nakað undantak í hesum føri. Kommunan sigur, at restir frá jarðhitaboringum skulu burturbeinast, antin til Kommunalu brennistøðina ella til IRF, og ikki leggjast á eitt festi í kommununi. 

Borgarstjórin í Sunda kommunu, Eyðstein Zachariasen, sigur við Kringvarpið í dag, at kommunan nú bíðar eftir niðurstøðuni frá Umhvørvisstovuni, áðrenn støða verður tikin til, um fleiri stig skulu takast í málinum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576