Fekk studiotíð í føðingardagsgávu

Fekk studiotíð í føðingardagsgávu
Ragnar Sundstein hevur innspælt sangin "Elskaður til endan", sum abbi hansara hevur yrkt.
 
09.07.2026 - 10:30

- Hetta er ein sangur sum abbi míni Søldarfirði Jákup Olsen skrivaði í fjørutinum, meðan hann lá á sjúkralegu. Hann var faktiskt annars deyðadømdur av tuberklum eini 25 ár frammanundan, tá skrivaði hann eisini ein annan kendan sang: Hvat var verðin uttan Jesus. Men tann sangurin er so oftani innspældur, so eg hugsaði, at tá eg fekk høvi til at syngja ein sang í studio, valdi eg henda sangin, sum eisni hevur nógv at siga í okkara familju, greiðir Ragnar frá.

Tá hann fylti 60 ár, so fekk at studiotíð í upptøkuhølinum hjá Hans Poulsen í føðingardagsgávu frá børnunum.

- Eg bleiv fullkomiliga tikið á bóli, tí tað hevði eg slettis ikki roknað við. Hetta var ikki nakað sum eg havi droymt um nakrantíð, sigur Ragnar Sundstein.

Men Ragnar fóru í studio og saman við Hans Poulsen fingu teir sangin innspældan.

Lurta eftir samrøðuni við Ragnar í Summarmorgni

a_1671-5_SITE01
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Hósdag 17. september
Nýtt ljóð
213419
Hósdag 17. september
Eitt korter við jazzi 17. september 2026
213395
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232