- Tíðindi, mentan og ítróttur
Útróðrarmaður ivast í heimildini hjá landsstýrismanninum

Óli Jacobsen, útróðrarmaður, ivast í, um landsstýrismaðurin í uttanríkis- og fiskivinnumálum hevur heimild at luta eyka fiskidagar út til ein ávísan bólk, tí tað er tað sama sum at umfordeila allar fiskidagarnar.
Hann eigur og rekur útróðrarbátin Líraberg í bólki 5a, og var við í arbeiðnum at gera umsitingarætlanina við veiðireglu í 2019.
Landsstýrismaðurin fær tað at ljóða einfalt
Í útvarpstíðindunum á nátturða mikudagin 15. juli, nevndi landsstýrismaðurin eftirmetingina, sum skal gerast av nógv umrøddu umsitingarætlanini nú í heyst, sum eitt høvi at lata bólki 5b teir eyka dagarnar, men Óli Jacobsen ivast stórliga í, at tað er so einfalt, sum landsstýrismaðurin fær tað at ljóða.
Løgtingssamtyktin, sum Bárður á Steig Nielsen vísir á, var úrslitið av einum uppskoti til samtyktar, ið hann sjálvur, sum tá var vanligur tinglimur fyri Sambandsflokkin, hevði lagt fram saman við Jacob Vestergaard úr Fólkaflokkinum og Jóhannis Joensen úr Javnaðarflokkinum.
Í upprunauppskotinum vildu teir millum annað hava Løgtingið at heita á landsstýrið um at kanna møguleikarnar fyri einsæris at luta fleiri fiskidagar út til bólk 5b.
Men Løgtingið vildi ikki uttan nakað luta eyka fiskidagar út. Í staðin bleiv samtykt at javnseta bólk 5a og 5b við hinar veiðibólkarnar, har óbrúktir fiskidagar frá árinum fyri eru í einum sonevndum buffara, haðani teir kunnu flytast til verandi fiskiár.
Óli Jacobsen heldur, at landsstýrismaðurin nú við eini fintu ætlar at brúka løgtingssamtykina frá í fjør til at gera júst tað, sum Løgtingið tá ikki vildi loyva - nevniliga at geva einum ávísum bólki eyka fiskidagar.
Men tað merkir í hesum førinum, at óbrúktu dagarnir, sum landsstýrismaðurin nú ætlar at flyta, ikki eru frá í fjør, men frá í fyrraárið, altso 2024
Hoyr meira í innslagi í útvarpstíðindunum:























