Her hvílir…

Her hvílir…
Í fornfrøðiliga útgrevstrinum á Sondum á Sandi komu fólk frá Tjóðsavninum í vikuni fram á ein rúnastein.
 
23.07.2026 - 09:00

Rúnasteinurin lá í gólvinum í einum bygningi, sum er givin fram í fornfrøðiliga útgrevstrinum í summar. Tað er sjáldsamt, at ein rúnarsteinur verður funnin í Føroyum. Fornfrøðingarnir á Tjóðsavninum halda seg kunna lesa nakrar av rúnunum, men fyri at fáa so nógva vitan sum gjørligt um rúnarsteinin, hava tey vent sær til ein rúnufrøðing, sum kemur til Føroyar síðst í august at kanna rúnarsteinin nærri.

 

 

Ringt er at týða rúnirnar, men tað sæst, at okkurt er rist inn í steinin

 

 

Verður lýst við lyktum, so síggjast rúnirnar. (Mynd: Tjóðsavnið) 

 

 

a_1772-5_SITE01
 
 
Lurta eftirsamrøðuni við Helga Michelsen, fornfrøðingi á Tjóðsavninum, har hann greiðir frá um rúnasteinin.
 
 
 
 

Vit kunnu lesa nakrar rúnir, so bara fyri at gera eina leystliga meting, so kann standa: Her hvílur... sigur Helgi Michelsen, fornfrøðingur.

Rúnarsteinurin er viðbrekin, nú hann er komin undan kavi, og fyri at verja rúnarsteinin, verður hann fluttur av grevstrinum á Tjóðsavnið.

 

 

Rúnasteinurin lá í gólvinum í einum elligomlum bygningi.

 

 

Millum aðrar fornlutir, sum eru funnir í útgrevstrinum á Sondum í summar, eru brot av einari lítlari standmynd av Mariu moy við Jesusbarninum, og ein kola, sum er ein lítil lýsi- ella oljulampa.

Fornlutirnir kunnu hava samband við kristna trúgv og átrúnaðarligt virksemi á staðnum, og hildið verður, at bygningurin, ið er grivin fram, møguliga er eitt bønhús úr miðøld.

 

 

Brot av einari lítlari standmynd av Mariu moy við Jesusbarninum, er eisini funnin í bønhústoftini. (Mynd: Tjóðsavnið)

 

 

 

Alt bendir á, at toftirnar eru eitt gamalt bønhús frá miðøldini.

 

 

Bygningurin vendir eystur og vestur, og hevur inngongd í vesturendanum. Hesi byggilistarligu eyðkenni eru vanlig í miðaldarligum bønhúsum og kapellum. Føroysk dømi um eystur og vesturvend bønhús við inngongd í vesturendanum eru bønhúsið á Bønhúsbergi í Mykinesi, Bønhústoft í Leirvík og toftin niðri á Bakka á Velbastað.

Tjóðsavnið heldur fram við útgrevstrinum til síðst í august.

 

Kelda: Tjóðsavnið

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870