93 bátsmanningar á ólavsøku

93 bátsmanningar á ólavsøku
Tað verða í alt 93 bátsmanningar, sum fara at rógva á ólavsøku
Mynd: Jan Herman Hansen  
 
27.07.2026 - 14:59

Av teimum eru 30 barnamanningar. Fimtan gentubátar og fimtan dreingjabátar. Barnaróðurin er millum klokkan tvey og trý, og til ber at fylgja við HER.

FM-róðrarnir hjá teimum vaksnu og hálvvaksnu byrja klokkan trý.  

Tað verða í alt tíggju róðrar millum klokkan trý og seks. Endabresturin verður millum 10. mannaførini, sum standa at byrja klokkan 17:50.

Størsta luttøkan er hjá 8-mannaførunum. Í ár eru 8-mannaførini ikki færri enn níggju í tali. 10-mannaførini eru afturímóti einans trý í tali. 

Tað verða ikki færri enn fýra beinleiðis finalur um FM-heitið á ólavsøku. Talan er um yngru manningarnar í 5. mannaførum, bæði gentur og dreingir, 6. mannafør menn, og 8. mannafør.

Kringvarpið sendir ólavsøkukappróðurin beinleiðis í útvarpi og sjónvarpi eftir setanarhaldið á Vaglinum. Sum nakað nýtt fer Kringvarpið at hava gestir í studio á bryggjuni millum róðrarnar.

Klokkutíðirnar
Í hesum yvirliti sæst, hvussu og nær, ið róð verður. Á ólavsøku plaga tíðirnar at vera toluliga eftirfarandi.

Kl. 15:00 

5. mannafør dreingir (14-16 ár)

8 bátar

 

Kl. 15:20

6. mannafør kvinnur

8 bátar

 

Kl. 15:40

5. mannafør gentur (14-16 ár)

6 bátar

 

Kl. 16:00

6. mannafør kvinnur (masters)

6 bátar

 

Kl. 16:20

5. mannafør dreingir (17-18 ár)

5 bátar

 

Kl. 16:40

6. mannafør menn

8 bátar

 

Kl. 17:00

5. mannafør gentur (17-18 ár)

5 bátar

 

Kl. 17:20

8. mannafør

9 bátar

 

Kl. 17:40

5. mannafør kvinnur

5 bátar

 

Kl. 17:50

10. mannafør

3 bátar

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Mánadag 27. juli
RagnarRokk: J. Asgaard um Hævnen
209128
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Sunnudag 26. juli
Tónleikur í 13 øldir (4:10)
210348
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098