Friðaðu Mølheyggjarnir undir trýsti

Friðaðu Mølheyggjarnir undir trýsti
Mølheyggjarnir á Sandi eru longu illa farnir, og nú ferðslan á staðnum veksur, mælir Tjóðsavnið til at skipa ferðsluna betur
31.07.2026 - 19:25

Tá ferðslan er upp á tað hægsta, so standa eini tretivu bilar á økinum. 

Tað sigur Michael A.C. Johannesen, leiðari í Visit Sandoy. 

Og tá tey ferðandi hava sett bilin, so ganga tey niðan á Mølheyggjarnar og traðka lendið niður.

Og spyrt tú Jóhonnu Alberg, lívfrøðing á Tjóðsavninum, er tað ikki nakað at ynskja sær, um mann vil varðveita serstaka náttúrufyribrigdið á staðnum.

Tí mælir Tjóðsavnið til at skipa ferðsluna betur á staðnum, til dømis við at seta skeltir upp og við at gera skipaðar gonguleiðir. 

Umhvørvisstovan varðar av økinum, og sambært Siggu Jacobsen, leiðara á Umhvørvisstovuni, forðar lógin fyri hesum. 

Men um einki hendir, kunnu avleiðingarnar verða, at Mølheyggjarnir fara upp aftur meir og til síðst hvørva.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423