Mælir frá at broyta byggisamtykt

Mælir frá at broyta byggisamtykt
Umhvørvisdeildin hjá Tórshavnar kommunu mælir í fyrsta umfari frá at broyta serstøku byggisamtyktina fyri lendið norðan fyri Kringvarpið og Norðurlandahúsið
 
05.08.2026 - 08:06

Umhvørvisdeildin hjá Tórshavnar kommunu mælir í fyrsta umfari frá at broyta serstøku byggisamtyktina fyri lendið norðan fyri Kringvarpið og Norðurlandahúsið.

Hon heldur, at møguleikin eigur at vera kannaður, um kommunan eigur at ogna sær økið fyri marknaðarprís við tí endamáli at tryggja grønu og rekreativu virðini hjá økinum.

Verður byggisamtyktin kortini broytt, soleiðis sum býráðið hevur samtykt, hevur Umhvørvisdeildin átta tilmæli.

Teirra millum eru tilmæli um, at útbyggingarætlanin verður greiðari lýst og grundað, og ávirkanin á nærumhvørvið skal lýsast og metast.

Niðurstøðan hjá Umhvørvisdeildini er, at uppskotið um nýggja serstaka byggisamtykt gevur nógv størri møguleikar fyri útbygging enn galdandi byggisamtykt.

Og tað uttan at samsvarandi greið regulering er um byggitættleika, umhvørvisávirkan, ferðslu, parkering og náttúruvarðveiting.

Økið er longu undir stórum útbyggingartrýsti og er eisini millum skógarfriðað øki og frílendi.

Byggisamtyktin eigur í størri mun at byggja á eina heildarætlan fyri landslag, grøna samanhangin og burðardygga lendisnýtslu, sigur Umhvørvisdeildin.

Níggju hoyringarskriv

Tórshavnar kommuna fekk fyrst fimm hoyringarskriv um ætlaðu broytingina í serstøku byggisamtyktini.

Tað var eftir fyrru hoyringarfreistina.

Hoyringarfreistin var longd, og borgarafundur var eisini.

Fýra hoyringarskriv komu aftrat.

Uppskotið um at broyta byggisamtyktina umfatar íbúðarbygging í trimum hæddum.

Ætlanin er at byggja 84 íbúðir í býlinginum, sum skal eita Ternutún.

Sambært galdandi byggisamtykt er loyvi at stykkja út til 18 sethús.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065