SF26: Det er lykkeligt glemt

SF26: Det er lykkeligt glemt
Rasmus Seebach er eitt so perfekt navn til Summarfestival, at tað er næstan ræðandi. Og danin leveraði fríggjakvøldið. See you back soon, Seebach
Mynd: Finnur Justinussen / leit.fo  
 
08.08.2026 - 14:40

Dómadagsprædikurnar um ringa veðrið á Summarfestivalinum blivu gjørdar til skammar fríggjakvøldið. 

Gaman í, tað regnaði illa fyrra partin, men klokkan tvey seinnapartin sleit í, og so var fínt veður. 

Tónlistarliga druknaði fríggjadagurin á Summarfestivalinum tó í ov nógvum fjanti frá Dynamit og Grandmas Basement. 


Aggrasoppar kom við kærkomnum villskapi á Summarfestivalin í Tjaldinum. Her við hjálp frá dugnaliga Marius DC (Mynd: Finnur Justinussen / Leit.fo)

 

LES EISINI: SF26: Gospel og barnasangir settu dám á fyrstu konsertina fríggjakvøldiðið

 

Kærkomin villskapur

Glottar vóru tó í skránni.

Heine Lutzen spældi eina fína gospelkonsert á Torginum.

Lena Anderssen hugtók í Tjaldinum.

Og Aggrasoppar borðreiddu við einum tónlistarligum villskapi, ið ofta manglar í Summarfestival-skránni.


Trygvi Danielsen mannar Aggrasoppar saman við Eyðfinni Bogasyni og Daniu Ó. Tausen (Mynd: Finnur Justinussen / Leit.fo)

 

Kennir seg heima í Føroyum

Stóra høvuðsnavnið á Summarfestivalinum í ár spældi eisini fríggjakvøldið. 

Lat tað vera sagt alt fyri eitt, at maður var farin av húsi í Klaksvík, fyri at uppliva Rasmus Seebach, hóast hetta var fimta ferðin, hann vitjaði í Føroyum. 

"Eg føli meg heima her í Føroyum," staðfesti dámligi danin, áðrenn hann treiv í hitt sum "Olivia", "Falder", "Øde ø", "Natterravn" og ikki minst "Under stjernerne på Himmlen", sum pápin, Tommy, skrivaði. 

Vágsbøur hevur ikki verið so fullur av fólki í nógv ár, og uttan mun til, hvat mann annars heldur um dámliga danan, so leveraði hann eina fína konsert. 


Rasmus Seebach stórtrívist í Føroyum, segði hann av snotiliga pallinum á Vágsbøi (Mynd: Finnur Justinussen / Leit.fo)

 

Gongur á smalari gøtu

Tónlistarliga gongur Rasmus Seebach tó á smølu gøtuni millum barnasangir og Melodi Grand Prix øðrumegin og meira seriøsan popp hinumegin. 

Til tíðir helt hann seg á gøtuni, men til aðra tíðir datt hann niður í veitina skeivu megin, og tær løturnar kendust langdrignar. Sum at detta niður í eitt tónlistarligt bóltabað í einum spælilandi og hava ilt við at sleppa uppaftur. 

 

LES EISINI: SF26: Rasmus Seebach sang fyri á Vágsbøi

 

Størsti pallurin krevur stór nøvn

Seebach hevði tikið tríggjar treylarar av útgerð við sær, og tað sást aftur á stóra pallinum á Vágsbøi, ið var sera snotiligur. 

Brádliga sást tú stóru møguleikarnar, sum eru í Føroya størsta palli.

Størsti pallurin krevur eisini tónlistanøvn av einari ávísari stødd, og tí áliggur SF-fyriskiparunum nú eins og áður ein skylda at borðreiða við stórum altjóða nøvnum til pallin. 

Eg fari at ynskja mær Deep Purple til næsta ár. Gomlu rokkararnir eru still going strong, og nýggja plátan er spikahamrandi foyt. 

 

Ordiliga hart

Í mun til konsertina við Hamraduni hóskvøldið, so var ljóðið til konsertina hjá Rasmus Seebach ordiliga hart, og tú hevði eina kenslu av, at tað rakk út í hvønn krók á Vágsbøi. 

Vágsbøur kókaði, so alt var gott. Ikki ein konsert, sum fer at festa seg í minninum á sama hátt sum konsertirnar við Scorpions, Twisted Sister, Mika, Europe og øðrum. 

Tað verður nokk sum føroyski indiepopp-bólkurin Alias Morera syngur: "Det er lykkeligt glemt". 


Mynd: Finnur Justinussen / Leit.fo

 

Nú kom sólin fram í Klaksvík. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659