Flogferðslan byrjað aftur

Flogferðslan byrjað aftur
Nøkur flogfør eru komin í morgun og okkurt er farið avstað aftur
Nú fáa flogførini aftur sett seg í Vágum.
 
13.08.2026 - 08:49

Nú fáa flogførini aftur sett seg í Vágum.

Nøkur flogfør eru komin í morgun og okkurt er farið avstað aftur.

21 komur eru ætlaðar í dag og 17 fráferðir.

Flogfarið úr Poznan - tað við fótbóltsspælarunum - er sett at koma klokkan hálvgum ellivu.

Sýnið í Vágum var so vánaligt í gjár, at øll flogferðsla seinnapartin og í gjárkvøldið var avlýst.

Fleiri ferðafólk

Í juli hevði Vága floghavn 76.978 ferðafólk, 7,3 prosent fleiri enn í juli í fjør.

Frá 1. januar til 1. august vóru ferðafólkini næstan 300.000.

Tey vóru 293.179, 6,3 prosent fleiri enn í fjør.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136