Settu tvey landsliðsmet í París

Settu tvey landsliðsmet í París
Teir fýra føroysku svimjararnir, sum kappaðust til EM í París, settu tvey føroysk landsliðsmet í liðsvimjing
Mynd: Svimjisamband Føroya  
 
17.08.2026 - 19:07

Teir fýra føroysku svimjararnir, sum kappaðust til EM í franska høvuðsstaðnum París, settu tvey føroysk landsliðsmet.

Heini Mohr Askam og Líggjas Joensen úr Ægir og Ísak Brisenfeldt og Silas Dam Lindberg úr Havnar Svimjifelag settu liðmet í 4x100 og 4x200 metur frísvimjing, skrivar svimjing.com.

Tíðirnar vóru ávíkavist 3:29.39 og 7:58.51. EM-kappingin var hørð - trý heimsmet og átta evropeisk met vórðu sett - og mettíðirnar góvu føroyingunum eitt aftasta pláss og eitt næstaftasta pláss. 

Umframt svimjararnar, venjarar og ferðaleiðarar vóru Katja Lervig Vestergaard og Rakul Nolsøe í Lágabø eisini við til EM sum dómarar. Tær hava útbúgving sum altjóða yvirdómarar í svimjing, skrivar Svimjisamband Føroya. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527