Løgmaður: Stevning ávirkar ikki fiskiskap

Løgmaður: Stevning ávirkar ikki fiskiskap
Kaj Leo Holm Johannesen hevur svarað andstøðuflokkunum, nú eitt partafelag hevur stevnt Fiskimálaráðnum
 
09.01.2014 - 09:56

Tað fær onga ávirkan á, hvussu fiskiskapurin eftir makreli og sild í ár verður skipaður, at Fiskimálaráðið er stevnt. 

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, hevur svarað formonnunum í andstøðuflokkunum. 

Teir spurdu, um løgmaður veit, at eitt partafelag hevur stevnt Fiskimálaráðnum, tá tað, sambært felagnum, seinastu árini ólógliga hevur umsitið lógina um vinnuligan fiskiskap, tá makrelur og sild eru býtt millum skipini.

Fingu ongan makrel

Partafelagið Lírabergi og manningin á útróðrarbátinum Lírabergi stevndu Fiskimálaráðnum, tí eitt samtak hjá útróðrarbátum ikki fekk lut í makrelkvotuni í 2012. Fiskimálaráðið krevur frídøming, tí tað heldur upp á, at avgerðin var lóglig. 

Enn er óvist, nær rætturin fer at dómsviðgera málið.Løgmaður heldur, at Fiskimálaráðið saktans kann avgera, hvør sleppur at fiska sild og makrel í ár uttan at bíða eftir dóminum. Fiskiskapurin eftir makreli og norðhavssild kann ikki steðgast, tí Fiskimálaráðið er stevnt, Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, í svari sínum til andtøðuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558