Meira enn triðingurin til mentan

Meira enn triðingurin til mentan
Landið brúkti 262,7 mió. kr. til at viðlíkahalda almennar bygningar árini frá 2015 til 2025
 
20.08.2026 - 06:54

Landið brúkti 262,7 mió. kr. til at viðlíkahalda almennar bygningar árini frá 2015 til 2025.

Tey fyrstu átta árini vóru brúktar góðar 20 mió. kr. um árið.

Men í 2023 fór talið upp í góðar 27 milliónir, í 2024 upp í góðar 29 milliónir, og í fjør var talið slakar 30,5 milliónir.

Nógv tað mesta, meira enn ein triðingur, slakar 93 milliónir krónur, eru farnar til bygningar hjá Mentamálaráðnum.

Tølini eru í svari frá Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni, til Sirið Stenberg, løgtingskvinnu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026