Hall á grønlendsku fíggjarlógini til 2030

Hall á grønlendsku fíggjarlógini til 2030
Orsøkin er fleiri pensjónir og færri, sum arbeiða
Aqqaluaq B. Egede er landsstýrismaður í fíggjarmálum í Grønlandi.
Mynd: KNR  
 
21.08.2026 - 08:46

Landsstýrið í Grønlandi væntar hall í fíggjarlógini, í hvussu so er til 2030.

Orsøkin er fleiri pensjónir og færri, sum arbeiða.

Uppskotið um fíggjarlóg fyri 2027 var lagt fram í gjár.

Landsstýrið ætlar serliga at styrkja fýra øki, útbúgving, samferðslu, rættartrygd og betri tænastu, tað sum eitur borgerservice á donskum.

Umframt ríkisveitingina úr Danmark fær Grønland 1,6 milliardir haðani sambært serligari avtalu. 

Og tvær milliardir koma úr ES.

Men tann stuðulin fer ætlandi upp í fýra milliardir árini 2028 til 2034.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928