Handilskríggið millum USA og Kanada herðist

Handilskríggið millum USA og Kanada herðist
Kanada hevur hótt við at seta neyvt somu tiltøk í verk móti USA, dollara fyri dollara, sum USA hevur sett móti Kanada
Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur hótt við at knúsa kanadiska bilídnaðin.
Mynd: Saul Loeb/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
25.08.2026 - 08:18

Handilskríggið millum USA og Kanada herðist í hvørjum.

Hetta kemur í kjalarvørrinum av, at samráðingar millum londini bæði um eina nýggja handilsavtalu endaðu úrslitaleysar.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur hótt við at knúsa kanadiska bilídnaðin og at hækka tollin á bilum, lastbilum og eykalutum úr 25 upp í 50 prosent.

 


Mark Carney.

 

Kanadiski forsætisráðharrin, Mark Carney, sigur, at Kanada er til reiðar at fara aftur til samráðingarborðið, men at ein fortreyt er, at amerikanarar broyta hugburð, skrivar BBC.

Útlitini vóru annars fyri eini semju, søgdu báðir partar fyri fáum døgum síðani. Kanadiar siga, at USA í evstu løtu kom við treytum um, hvørji onnur lond Kanada kundi gera avtalur við, og at tað kundi Kanada ikki góðtaka.

Kanada hevur hótt við at seta neyvt somu tiltøk í verk móti USA, dollara fyri dollara, sum USA hevur sett móti Kanada.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891