Einki vaktarskip tøkt fyrr enn í oktober

Einki vaktarskip tøkt fyrr enn í oktober
Eykalutir fáast ikki longur til Tjaldrið, sum liggur við maskinbreki. Brimil er til eftirlit
Líkt er til, hvørki av føroysku vaktarskipunum verður tøkt fyrr enn í oktober. Bæði skipini liggja. Brimil er til eftirlit, og Tjaldrið hevur maskinbrek.
 
27.08.2026 - 13:15

Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, váttaði á tingsins røðarapalli fyrrapartin, at eykalutir fáast ikki longur til vaktar- og bjargingarskipið Tjaldrið, og tí mugu gerast frá grundini.

Landsstýrismaðurin svaraði fyrispurningi frá Eiriki í Jákupsstovu úr Tjóðveldi um tilbúgvingina, nú hvørki Brimil ella Tjaldrið eru tøk.

 


Bárður á Steig Nielsen. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Brimil er til eitt drúgt - men planlagt eftirlit - og samstundis skuldi 50 ára gamla Tjaldrið einsamalt vera álitið at røkja eftirlit og bjarging.

Men 19. august brotnaði girið á Tjaldrinum, og tað er ikki, sum at siga tað, at rætta brekið á Tjaldrinum.

Gir eingin hillavøra, og í Løgtinginum fyrrapartin staðfesti landsstýrismaðurin, at tað er galdandi fyri eykalutir sum heild til Tjaldrið:

 

27082026_Bardur_um_vaktarskip

 


Lauge Koch. (Mynd Arktisk Kommando)

 

Ongir pengar eru settir av á fíggingarlógini til bygging ella útvegan av nýggjum skipi í staðin fyri Tjaldrið.

Danska verjuskipið "Lauge Koch" liggur framvegis millum oyggjarnar. 

Skipið hevur verið her eina tíð, og er í løtuni einasta skip, sum røkir vaktar- og bjargingartænastur við Føroyar.

Vit hava síðstu dagarnar spurt Arktisk Kommando, hvussu leingi "Lauge Koch" kann væntast at verða verandi í føroyskum sjóøki, og um skipið kann røkja tær uppgávur, sum Brimil og Tjaldrið vanliga røkja. 

Arktisk Kommando hevur ikki svarað enn.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011