Nikkel mátti lúta fyri Jóannesi

Nikkel mátti lúta fyri Jóannesi
Dysturin um meistaraheitið í compound hjá monnum stóð sum ikki einaferð ímillum vinmenninar Nikkel Petersen og Jóannes Poulsen, sum dróg longra stráðið hesa ferð
Seks mans kappaðust í kappingini um føroyameistaraheitið í compound uttandura
01.09.2026 - 13:55

Tað kom ikki óvart á, at dysturin um gullið í compound hjá monnum stóð ímillum teir báðar skjúttarnar úr Ørvi, Nikkel Petersen og Jóannes Poulsen.

Teir vóru best at teimum seks, sum stillaðu upp í Hoydølum, og munurin teirra millum var heldur ikki stórur í finaluni.

Jóannes Poulsen vann trý umfør við einum stigi, Nikkel Petersen vann eitt umfar við einum stigi, og eitt umfar endaði javnt. Tað gav Jóannesi Poulsen 147-145 sigur samanlagt.

 - Stuttligt. Tað er ikki hvørt ár ella hvørja sesong, at tú klárar tað, so at kunna gera tað aftur var ræðuliga lekkurt, segði royndi bogaskjúttin.

Nikkel Petersen mátti viðganga, at hann var næstbestur hesa ferð.

 - Um eg havi gjørt alt mítt besta, og tað framvegis ikki er nóg gott, so er hann bara ein betri skjútti. Tað er, hvat tað er, segði Nikkel Petersen.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286