Pantskipanin bíðar eftir lógarbroyting

Pantskipanin bíðar eftir lógarbroyting
Ætlanin var, at pantskipanin skuldi fara at virka í dag, men Fíggjarmálaráðið er komið eftir, at neyðugt verður við logarbroyting fyrst
Pantskipanin bíðar nú eftir lógarbroyting, sama dag sum hon skuldi fara at virka.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
01.09.2026 - 08:01

Nýggja pantskipanin, sum skuldi fara at virka í dag, verður seinkað, tí ein lógarbroyting skal gerast fyrst.

Tað sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna, við Kringvarpið.

Løgtingið hevur samtykt eina lóg, sum skal gera tað møguligt hjá fólki at sleppa av við pantíløt á einum stað. Skipanin skal setast í verk við kunngerð. Men hon er ikki lýst enn.

 

Sleppa undan MVG

Nú er Fíggjarmálaráðið komið til ta niðurstøðu, at MVG-lógin skal broytast fyrst, so eingin ivi er um, at nýggja pantskipanin er undantikin MVG-skyldu.

Eyðdis Hartmann Niclasen væntar ikki, at tað fer at taka drúgva tíð. Men tað er kortini ein ávís tilgongd, sum skal til, fyri at broyta eina lóg.

Málið liggur nú í Fíggjarmálaráðnum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891