Bjørt Lind: Vantandi álit á kvinnur

Bjørt Lind: Vantandi álit á kvinnur
Løgtingskvinnan hjá Javnaðarflokkinum heldur lítið um ætlanina hjá Miðflokkinum at broyta fosturtøkulógina, sum bara hevur verið í gildi í nakrar mánaðir
Bjørt Lind, løgtingskvinna.
 
04.09.2026 - 11:37

Hetta er vantandi álit á kvinnur! 

Tað sigur Bjørt Lind, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, í sambandi við, at Miðflokkurin væntandi kemur við einum uppskoti í næstum um at tillaga fosturtøkulógina.

Steffan Klein Poulsen, formaður í Miðflokkinum, hevur sagt, at ein av tillagingunum er, at kvinnur, sum vilja hava fosturtøku, skulu hava kravda ráðgeving.

Bjørt Lind, sum eisini er sálarfrøðingur og sexologur, sigur, at kvinnur fáa longu hesa ráðgeving.

Hon heldur tað eisini vera óneyðugt, at kvinnur, sum vilja hava fosturtøku, skulu hava kravda umhugsunartíð.

- At krevja, at kvinnur hugsa seg um eina ferð aftrat, er tekin um vantandi álit á kvinnuna, sigur Bjørt Lind.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

04092026_Bjort_Lind

 

Sí eisini: Vilja hava nøkur element av lívi í fosturtøkulógina

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Allahalganna guðstænasta í Havnar kirkju
215726
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688