- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bjargingarútgerð verður dagførd umborð á Smyrli
Ferðafólkatalið umborð á Smyrli er í løtuni avmarkað, meðan arbeiði verður gjørt við trygdarútgerðina á skipinum.
Talan er um MES-skipanina, sum er ein partur av bjargingarútgerðini umborð og skal brúkast, um ferðafólk og manning mugu rýma av skipinum í einari neyðstøðu.
Meðan arbeiðið fer fram tekur Smyril í mesta lagi 500 ferðafólk.
Harumframt eru fýra fráferðir avlýstar.
Tær eru mikudagarnar 16. september og 23. september av Krambatanga klokkan trý korter til níggju og av Havnina klokkan hálvgum tólv.
Ein MES-støð, Marine Evacuation System, er eitt savningar- og rýmingarstað á skipi.
MES-støðirnar vera brúkar til skjótt at fáa nógv ferðafólk og manning av skipinum í neyðstøðu.
Fólk fara gjøgnum ein sloku niður á stórar bjargingarflakar á sjónum.
Arbeiðið heldur fram til 23. september.


























