Eldradepil fluttur til festið hjá mammuni

Eldradepil fluttur til festið hjá mammuni
Bergur Dam Jensen fekk í gjár ein meiriluta av Tórshavnar býráð at flyta ætlaða eldradepilin í Kollafirði av Todnesi til Norðreki, har mamman er festari. Nú er málið steðgað
18.09.2026 - 19:25

Á býráðsfundinum í gjár skeyt Bergur Robert Dam Jensen upp at flyta eldradepilin í Kollafirði av Todnesi til Norðreki.

Býráðið hevði annars samtykt at fara víðari við ætlanini á Todnesi fyri einum ári síðan.

Fyrst varð við níggju atkvøðum móti fýra samtykt at loyva uppskotinum til atkvøðugreiðslu. Síðan bleiv sjálv flytingin samtykt við sjey atkvøðum fyri og seks ímóti. 

Mamman er festari
Sambært tinglýsingini eigur Føroya Jarðargrunnur jørðina á Norðreki, meðan mamma Berg Robert Dam Jensen er skrásett sum festari.

Heidi Lava Elgeirsdóttir, sum situr í Heilsu- og eldranevndini umframt í Byggi- og býarskipanarnevndini, atkvøddi ímóti flytingini. Hon sigur við Kringvarpið, at tað er býráðslimurin sjálvur, ið eigur ábyrgdina at siga frá, um viðkomandi er ógegnigur í einum máli, áðrenn atkvøtt verður.

Hon sigur eisini, at avgerðin hevur steðgað arbeiðnum við eldradeplinum, og at tað nokk eisini fer at seinka verkætlanini við at byggja nýggjan eldradepil í Kollafirði, og tað heldur hon vera harmiligt.

Kringvarpið hevur roynt at fáa Berg Robert Dam Jensen at svara spurningum um flytingina og hansara gegni í málinum, men hann hevur ikki svarað telefonini, sms-boðum ella telduposti.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424